Hølvaðu Makedonia av

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti vann ikki minni enn 7-0 í seinasta dystinum í undankappingini í Makedonia.

Trivaligi sigurin rakk tó bert til eitt triðjapláss í bólkinum. Undan seinasta dystinum hevði føroyska liðið nevnliga tapt tepurt fyri bæði Wales og Kasakhstan, og tí var eingin møguleiki at vinna seg longur fram. Men tað er tó lítil ivi um, at trivaligi sigurin á vertunum var ein sera góður endi á kappingarárinum hjá fótboltskvinnum okkara. Føroysku málini í dystinum skutu Rannvá Andreasen (4), Malena Josephsen (2) og Eyðfríð Kristiansen.