Høllin livdi fyri Hanusi

Konsertin Hanus G í Klaksvík leygarkvøldið vísti, at Hans G. Johansen helst er tann mest fjøltáttaði tónleikarin í landinum

Tá ið Hanus G. Johansen um unglingi sat við gittaranum og sang og spældi á posthústrappuni í Klaksvík, vóru ikki so nógv, sum sóu upp til hansara sum ein stóran listamann.
Men nú hann hevur rundað tey seksti, er vent í holuni.
Badmintonhøllin í Klaksvík var stúgvandi full av fólki leygarkvøldið, tá ið konsertini Hanusi til heiðurs var.
Har vóru fólk í øllum aldursbólkum, og nógv fólk vóru komin langvegis fyri at hoyra Hanus og løg, sum hann hevur smiðað og vórðu spæld av øðrum tónleikarum.
Á konsertini vóru tónleikarar sum Ólavur Presley ans his Dirty Rag Rags, sum Hanus sang saman við tá – og nú aftur á hesi konsertini.
Frændur og Hanus vóru eisini a pallinum, har vóru Jógvan Andrias, Tórshavnar Manskór, Cantabile, Aldubáran, Sólstein Trio og fleiri onnur. Alt eitt prógv um, hvussu fjølbroyttar gávurnar hja Hanusi er.
Ikki minst hugtkandi var framførslan hjá Pól Arna Hom, forsangaranum í Týr, av Føgru Blómu hjá Pól F. við lagi hjá Hanusi.
Fleiri ferðir var lítillætni Hanus á pallinum við sínum serligu rødd.
Stutt sagt ein frálík konsert, sum tó var í longra lagi. Men tað var helst torført at gera nakað við, tá ið so nógvir tónleikarar skuldu á pallin.