Eitt av evnunum, sum hevur verið nevnt sum kanska avgerandi faktorur í valdystinum um formanssessin er fótbóltshøllin, sum FSF hevur samtykt at stuðla.
Tá freistin at søkja um hendan stuðulin var úti, vóru tríggjar umsóknir innkomnar. Men av hesum hevur FSF bara viðgjørt tvær teirra víðari. Hetta tí verkætlanin, sum Havnar Timburhandil sendi inn, meira var at rokna sum eitt hugskot til, hvussu ein slík høll skuldi byggjast. Soleiðis innihelt tann ætlanin ikki nakra fíggjarætlan fyri rakstrarpartin, eins og tað heldur ikki var staðfest, hvar í landinum hendan skuldi byggjast.
Í formansfrágreiðingini vísti Óli Holm á, at tað enn ikki er tikin endalig støða til spurningin um, hvørja høll FSF velur at stuðla.
Avgerð er tó tikin um, at ávís krøv skulu áleggjast verkætlanunum. Millum annað kræv um dokumentatión fyri fíggingingini og at raksturin kemur at liggja í tryggari legu.
Á nevndarfundi í næstum fer aðalnevndin hjá FSF at taka støðu til, hvørjum umsøkjara tey fara at veita prinsipiellan stuðul.