Hálkubreyt kann vera ein følsk trygd

FERÐSLUTRYGD Spurningurin er um 35 milliónir skulu brúkast til eitt einstakt tiltak, har úrslitið er ivasamt, ella um pengarnir skulu brúkast til nógv smærri átøk, har prógv eru fyri, at tað hjálpir

- Tað er ivasamt um tað er nøkur serlig nytta í at gera eitt koyritekniskt verklag.
Á ársfundinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd hósdagin staðfestir Jesper Sølund frá Sikker Trafik í Danmark, at skulu pengar brúkast upp á ferðslutrygd, ber til at seta spurningin, um øll puljan skal brúkast upp á eitt einstakt tiltak, har úrslitið er ivingarsamt, ella um tað er betri at brúka pengarnar upp nógv smærri tiltøk, har prógv eru fyri, at tey muna rættiliga væl.

Sleppa undan vandastøðu
Hann vil ikki geva føroyingum góð ráð um, hvat vit skulu gera
Men hann staðfestir, at eingin kann siga við vissu, at verður koyriteknisk breyt gjørd í Føroyum, fer tað at bjarga mannalívum.
Hann vísir á, at tað kunnu sjálvandi vera nógvar orsøkir til ferðslutrygd, men tað er ikki so oftani, at koyriførleiki hjá bilføraranum er nøkur trygd fyri, at vanlukkur ikki henda, hóast koyriteknikkur sjálvandi hevur stóran týdning í frálæruni.
Hann vísir á, at fyrst og fremst snýr tað seg at bilførarar koyra so mikið varliga, at teir ikki enda í eini vandastøðu.
- Hugsa bilførarir meiri tann vegin, høvdu rættiliga nógvar vanlukkur verið fyribyrgdar.
- Kanningar vísa, at gáloysni er orsøkin til næstan ein triðing av øllum ferðsluvanlukkum, tað merkir, at bilførarar ikki hugsavna seg um koyringina, men fáast við ymiskt annað, eitt nú tosa í fartelefon, fløguspælara, ella práta við børnini á baksetrinum.
- Somuleiðis er ferð ein høvuðsorsøk til vanlukkur, eins og tað hevur stóran týdning fyri avleiðingarnar av eini vanlukku, er um fólkið í bilinum brúkar trygdarbelti.
- Rúsdrekka er eisini ein høvuðsorsøk til vanlukkur og har hjálpa skeið á hálkubreyt ikki nógv.

Yvirmeta síni evni
Jesper Sølund vísir eisini á, at hóast nógv verður tosað um hálkubreyt, eru tað fáar vanlukkur, sum henda í hálku.
Tvørturímóti vísa kanningar, at bilførarar, sum hava venjing á hálkubreyt og koyritekniskari breyt annars, elva til fleiri vanlukkur enn onnur.
- Orsøkin er, at tá ið bilførarar hava verið á skeið á koyritekniskari breyt, fara nógvir teirra at yvirmeta síni evni og halda, at teir duga betri at koyra, enn teir í veruleikanum duga.
- Teir halda, at nú eru teir heimsmeistarar og tað fær teir til at taka vágar, teir annars ikki høvdu tikið.
Hetta er ikki eisini galdandi fyri tey sum koyra sjúkrabil, politibil, sløkkiliðsbil og kanska onnur neyðsendarakfør.

Nógv onnur tiltøk
Umboðið fyri Sikker Trafik ásannar, at tað eru eisini nógv onnur, tað ber til at gera fyri at bøta um ferðslutrygdina, enn at gera eitt koyritekniskt verklag.
Hann nevnir rumlufoyrur, sum eitt rættiliga bíligt tiltak, sum ger rættiliga stóra nyttu.
- Í dag eru bilarnir so framkomnir, at teknikkurin hevur loyst nógvar trupulleikar fyri okkum.
Hann vísir eisini á, at er tað nakað, sum kann fáa bilførarar at ansa sær, er vandin fyri at missa koyrikortið.
Tí er eftirlitið hjá løgregluni eisini rættiliga avgerðandi fyri ferðslutrygdina, heldur hann.
Somuleiðis heldur hann, at ein máti er eisini at herða revsingarnar, serliga so at tað verður skjótari hjá blaðungum bilførarum at missa koyrikortið.
LES EISINI GREININA: Skal merkjast á egnum kroppi