Jóan Pauli Dahl Jakobsen, Reyvasíður ungdómur
-----------
Tað plagdu foreldruni at siga við meg, tá brøkurnar sótu soleiðis, at gulu boksershortsini frá Bjørn Borg komu undan. Soleiðis gjørdu vit tá. Kanska enn. Tað er gott, at eg lurtaði eftir mammu og babba. Annars hevði eg verið skírdur 'reyvasíður' í dag.
Reyvasíður ungdómur
’Reyvasíður’ er eftir øllum at døma ein partur av ungdóminum, sum ikki orkar at arbeiða. Hetta hugtakið er lutfalsliga nýtt í almenna kjakrúminum. Tað merkir púra einfalt, at tú er dovin. Ein letingur, sum væntar at øll – tað kann vera samfelagið – skal gjalda gildið fyri teg.
Hanus Samró er formaður í ungmannafelagnum HUXA og valevni fyri Fólkaflokkin. Hann hevur tikið hetta hugtakið til sín. Í lesarabrævinum við heitinum »ALS er nýggja Arbeiðararørslan« bólkar hann hendan 'reyvasíða ungdómin' saman við rúsdrekkamisnýtarum. Hann sigur, at vit gjalda ov nógv fyri hesi fólkini. Tað er sjálvandi so ymiskt, hvat vit halda, samfelagið skal veita fólki, hvørs lagna lagaði seg illa.
Men! At vera bólkaður saman við rúsdrekkamisnýtarum, tí buksirnar hanga nær knøunum – tað er ikki hissini heiður. Tað var gott, eg hálaði buksirnar upp.
Fávitska at bólka ungdómin
Nú er tað so, at tað er rættiliga vanligt, at ein av og á gongur í reyvasíðum buksum. Tað er næstan eingin ungur, sum ikki hevur roynt tað nakrar ferðir.
So eg veit, at tá Hanus Samró tosar um ‘reyvasíðan ungdóm’, so meinar í yvirførdum týdningi. At vera ’reyvasíður’ er altso at vera dovin, og tað hevur ikki neyðturviliga nakað at gera við, hvussu buksurnar hanga.
Tað skerst tó ikki burtur, at Hanus skrivar um ein ávísan bólk av ungdómi, sum er dovin. At tað eru faktuellir skeivleikar í hansara lesarabrævi hava onnur væl og virðiliga víst á. Tað nemi eg ikki við á hesum sinni.
Eg minnist tó, at Hanus Samró segði einaferð, at tað er »fávitska at ákæra ungdómin fyri at vera líkasælan«. Tað var í samband við eitt lesarabræv frá táverandi forkvinnuni í Unga Sambandinum. Her hevur Samró grein í sínum máli.
Hann hevur flutt seg síðan tá. Ella eru valkanónirnar byrjaðar at skjóta. Hvussu er ella ikki, er tað í øllum førum fávitska at skíra ein bólk av ungdóminum fyri letingar, sum ikki tíma at arbeiða. Tað er ov einkult. Tað er skeivt, Hanus Samró!
Men einki nýtt er undir sólini. Borgarligi vongurin hevur altíð havt tørv á at býta fólk í bólkar. At simplifisera hugtakið »samfelag« við at býta upp í vinnarar og taparar. Og Mammon definerar, hvør er hvør.
Nei, viðurskiftini hjá arbeiðaranum eru ikki so góð
Tað er áhugavert, at Hanus Samró skrivar í lesarabrævinum, at viðurskiftini hjá arbeiðaranum eru góð. Unga Tjóðveldi hevur í tí sambandi long víst á, at kostnaðarstøði í Føroyum er óhumant. Tað skal sjálvandi takast við í eina slíka kalkulatión.
Viðurskiftini eru ikki so forbannað góð, og arbeiðarin kann ikki unna sær helvtina av teimum tingunum, sum tey hægru løntu kunnu.
Ofta siga vit, at ein og hvør kann vera arbeiðari. At tað einki krevur. Tað er kolsvørt lygn! Tú kann venda tí við:
Ein og hvør kann vera bankafólk. Ein og hvør kann vera tryggingarfólk. Og arbeiða heimanifrá av og á, fara at ferðast, út at eta, fara eftir børnunum tíðliga, drekka kaffi í Baresso, fara í Yndi, lesa Euroman og Kvinna og so víðari. Tað orkar ein og hvør.
Tað er hinvegin ikki ein og hvør, sum kann vera flakafólk. Tað er ikki ein og hvør, sum kann arbeiða í minsta lagi 40 tímar um vikuna, aðru hvørja viku kvøldvakt frá 16 til 24, fyri 110 krónur um tíman. Hvønn gerandisdag, hvørja viku. Hvørt æviga einasta ár. Og hava hús ella íbúð, familju, keypa mat, bil, gjalda rokningar og fara at ferðast av og á. Tíðin er knappari og pengarnir minni.
So um tú endiliga skal fara eftir onkrum, sum ikki er sínar pengar verdur, kann tú hyggja at bankastjórunum, hvørs banki fór á heysin. Teir fingu eina fúla løn fyri stríðið. Tú kundi hugt at nevndarlimunum í saftigum nevndarsessum. Summir fáa upp í kvarta millión krónur um árið fyri nakrar fundir. Tú hoyrir eisini um, at teir flyta nevndarsessir og leiðslusessir millum sín fyri at fáa meira í pengaposan. Gloym ikki bonusskipanirnar og tað, sum hoyrir til hatta gildið.
Men fram til ta tíð, noyðist eg helst at keypa mær ein klædning, tí eg veit ikki, hvat tað næsta verður. Eg vóni bara, at buksurnar hjá mær ikki detta niður aftur.