Løgtingið brúkti hósdagin fitt av tíð upp á at viðgerða heimsins mest umrødda húk Tað er sjálvandi húkurin í rundkoyringini í Klaksvík.
Tað var Kári P. Højgaard í sjálvstýrisflokkinum, sum vildi hava at vita frá landsstýriskvinnuni í innlendismálum, hví hon heldur, at húkurin er so hættisligur fyri ferðslutrygdina, at Landsverk hevur kravt hann tiknan burtur.
Annika Olsen svaraði, at eftir nýggjastu reglunum fyri ferðslutrygd í rundkoyringum, er ikki rætt at hava eina nakað í eini rundkoyring, sum vandi er fyri, at bilar kunnu koyra á.
Hinvegin hevur Landsverk onga heimild á vegum innan kommunumark og hann hevur heldur onga heimild yvir lýsingaskeltum og øðrum, sum eru á privatari ogn við landsvegir og rundkoyringar.
Bæði Hans Pauli Strøm, og aðrir tinglimir, hildu, at tað var láturligt og ófatiligt, at draga eitt mál sum hetta inn í Løgtingið, nú so nógv stórmál eru á skránni.
Hann spurdi, hvussu, vit kunnu tosa um, at leggja skúla- og eldramál undir kommunurnar at umsita, tá ið mann ikki letur teimum upp í hendurnar at umsita eina rundkoyring.
Kári á Rógvi spurdi, hvussu tað bar til, at húkurin yvirhøvur var komin upp í rundkoyringina, tá ið hann skuldi burtur.
Í hesum sambandi viðgekk Annika Olsen, at hon hevði givið undantaksloyvi til at seta húkin upp, men bara ímeðan sjómannadagarnir vóru og at tað alla tíðina var ætlanin, at hann skuldi niður aftur.
Tað gjørdi hon fyri at vísa vælvild ímóti teimum, sum fyrireikaðu sjómannadagin, men annars kundi hon ikki annað enn taka tilmælið frá serkunnleikanum til eftirtektar og hon legði dent á, at ætlanin var alla tíðina, at talan skuldi bara vera um eitt undantaksloyvi.