Vit hoyra um Sjúkrahúsverk og Fólkaskúla. Bæði støðini verða starvsfólk niðurgjørd so tað má níva tungt. Illa ber til hjá fleiri at svara aftur. Bæði støðini verður nógv og gott arbeiði gjørt.?Men onki kemur fram um, at bæði fólkaskúlalærarar og sjúkrasystrar als ikki fáa tað løn tey hava uppiborið. Lærarar og sjúkrasystrar fáa hægri løn í Danmark enn í Føroyum. Útbúgvingarnar eru á sama støði. Arbeiðið er tað sama, men lønin lægri í Føroyum. Er tað tí at mjølkin og breyðið kostar minni. Nei, lønin er bara lægri – fyri sama arbeiði.?Eg haldi, at lønirnar til hesar starvsbólkar eigur at hækkast munandi, so lønarviðurskiftini í Ríkinum er tann sami.?Um tað ikki verður gjørt nú, so er tað ein hóttan ímóti bæði Sjúkrahúsverki og Skúlaverki. Vit síggja ídag, at fleiri fólk innan bæði økini leita sær arbeiði annað stað. Og dýrir vikarar mugu keypast ístaðin.?Hækkið lønina – tí tey hava uppiborið at fáa minst somu løn sum teirra starvsfelagar.?X viðMarjus Dam, Sambandsflokkurin