Eivind Jacobsen
Strendur
Eftir at mikil umtala hevur verið av Smiril Line, hevur felagið sent nýtt tilfar til Løgtingið. Hesar upplýsingar staðfesta tað, sum eg áður havi ført fram. Hví kom SL ikki við røttu tølunum beinanveg?? Tí havi eg gjørt mær tað stríð at kanna ógvuliga leysliga eftir hesum tølum. Mín niðurstøða er, at nýggju upplýsingarnar eru, um møguligt enn meira misvísandi. Hendan ætlanin, er eftir mínari meining, fyrsta stigið aftur í 80ini. Einasti munur er, at nú megna vit, við einum projekti, tað sum vit brúktu øll 80?ini til. Jú sanniliga hava føroyingar lært at rationalisera
Viðmerkingar til nýggjar upplýsingar frá Smyril Line
Fyri tað fyrsta skal sigast, at tað er ógvuliga undarligt, at SL í tølum daterað 27/1 ikki veit, hvussu nógv teir eiga á bók 1/1. Harumframt vita teir ikki, hvussu fíggjarstøðan er. Nýggju tølini datera 19/2 vísa eina heilt aðra fíggjarstøðu. Hvussu ber hetta til? Kann tað hugsast, at onkur hevur hug at krógva veruleikan?
Síðan kunnu vit fara til vónirnar til framtíðina. Úrslitið fyri 2000 er nú versna 1,768 mió. SL hevur broytt vónirnar fyri 2001 við nærum somu upphædd. Avlopið verður nú mett at verða 1,655 mió stórri enn rokna varð við 27. januar. Hetta gevur orsøk til at spyrja, um SL roknar baklens, og setur inntøkur so høgar, at avlopið verður tað, sum skal til fyri at roknistykkið skal ganga upp. T.d. væntar felagið framvegis bíligari olja. Hetta er ikki í trá við forsiktighedsprinsippet.
Farmur
SL brúkar frágreiðing til Vinnumálastýrið frá 1996 sum grundgeving fyri farma inntøkum. Men teir brúka bruttoinntøkur, og síðan gera teir hetta til nettoinntøku hjá sær sjálvum. Tí verður bílætið hjá SL misvísandi. Total marked í 1996 var 68 mió netto, og ikki 100 mió. Um vit korrigera teirra framrokningar bert við hesum verður totalmarked í 2000 bert 100 milliónir, og ikki 148 milliónir. Ella ein feilmeting upp á 50%! Annars arbeiður onkur hjá SL, sum hevur arbeitt hjá Eimskip, og tí átti SL at vita á leið, hvussu stórur marknaðurin er.
Hetta er ein sera einfaldur og sera misvísandi máti at meta um framtíðina, sum als ikki kann geva eina rættvísandi mynd.
SL setur sítt álit á útflutningin av laksi. Hesin verður mettur at økjast uml. 70.000 tons komandi árini. Hetta svarar til eina nettoinntøku uppá uml. 60 mió um alt verður sent fekst. Verður talan um at góðska hesa nøgd, minkar farmurin 50%, og fraktin pr. tons lækkar eisini. Slógv verður flutt nærum ókeypis. Tí kann inntøkan av farmi standa í stað, hóast vit framleiða dupult so nógvan laks.
Skuldi tað hent, at alt fer fekst av landinum, so má roknast við, at kappingarneytarnir taka vilja hava ein bita av køkuni. Talan er jú um munandi upphæddir. Tí verður ikki møguligt at tjena teir pengar rokna verður við.
Øll fíggjarætlan um frakt má tí roknast sum skilaleys!! Hesir menn vita als ikki hvat teir tosa um!!
Váttan frá grannskoðara
Til váttanina frá grannskoðara havi eg hesa viðmerking. Fyri tað fyrsta staðfestur hon tað, sum eg áður havi skrivað. Harumframt síggja vit, at nú kostar skipið 710,8 mió. Skipið er sostatt dýrka umleið 1 millión um dagin síðan seinasta aðalfund.
Grannskoðarin ansar sera væl eftir, ikki at siga nakað sum helst. T.d. sigur hann: ? Vísandi til frágreiðingina frá P/F Smyril Line og budgettini, er tað okkara áskoðan, at hetta tilfar gevur eina haldgóða frágreiðing um, hvussu leiðslan fyri P/F Smiril Line VÆNTAR, at úrslit og búskaparliga støðan verður hjá felagnum, soleiðis at lesarin kann gera sær eina mynd av útlitinum fyri, at málið verður rokkið.?
Fyri at heilgardera seg sjálvan, sigur grannskoðarin, at talan er um framtíðarmeting, og tí kann úrslitið víkja frá metingini. Harumframt vísir hann á fortreytir, sum hava avgerandi tídning. T.d. at inntøkur skulu vaksa 70% frá 2000 til 2001!!
Tí kunnu vit róliga siga, at frágreiðingin frá grannskoðaranum ikki kann brúkast til nakað sum helst í samband við keyp av nýggjum skipið. Tó sigur hon palliba sera sera nógv.
Viðkvæmislýsing
Hetta er útrokning, sum skal vísa, hvussu nógv minni inntøku ætlanin tolur, uttan at hall verður. Her síggja vit, at um sølan verður 15% minni enn vænta, verður likviditetshall hvørt ár frameftir. Hetta er greið tala, sæð í ljósinum av bjørtu framtíðarætlanunum. Hetta vísur, at um ikki metingarnar halda sera væl, fer felagið á húsagang, um tað ikki fær meira kapital.
Til Bjarna Djurholm
Tygum umboða partapeningin hjá Palliba. T.v.s. uml. 18% av 65 mió ella 12 milliónir. Hetta er nógvir pengar. Landskassin er stórsti partaeigarin, og tað viðførur eina ábyrgd. T.d. kann nevnast at Bill Gates eigur bert 16% av partapeninginum í Microsoft. Sum støðan er í dag, fer P/F Smyril Line uttan iva á húsagang. Tí má tað roknast at verða tín ábyrgd, vegna Palliba, at gera tína ávirkan galdandi. Havandi sera kritisku støðuna í huga, er eftir mínari meining rættast at seta bæði nevnd og stjóra frá sum skjótast, fyri at seta nýtt fólk í teirra stað, fyri at bjarga tí, í bjargast kann.