Hækka pensjónsaldurin hjá politikarum

Ein meiriluti í danska Fókatinginum er samdur um, at pensjónsaldurin hjá politikarum skal hækkast.

 

Tað hevur verið funnist nógv at politikarum í Danmark fyri ikki at vilja ganga undir somu treytir, sum vanliga fólkið. Teir hava sera fyrimunagóða pensjónsskipan, sum tryggjar teimum pensjón, frá tí at teir eru 60 ára gamlir, um teir eru valdir á ting fyri 2007.

 

Nú eru Javanaðarflokkurin, Vinstri, Radikalu, Konservativu, Liberal Alliance og Danski Fólkaflokkurin samdir um, at hetta skal broytast eftir næsta fólkatignsval.

 

Tá verður tað soleiðis – fyri nýggju fólkatingslimirnar – at teir verða pensjóneraðir júst sum fólkið í Danmark annars. Og tá pensjónsaldurin hjá fólkinum í framtíðini verður hækkaður, so hækkar hann eisini hjá politikarum.

 

Tað verður eisini gjørt soleiðis, at politikarar ikki longur fáa dupulta løn frá tveimum almennum embætum. Um nú til dømis ein borgastjóri verður valdur í fólkatingið, so fær hann ikki fráfaringarløn sum borgarstjóri oman á lønina sum fólkatingsmaður longur.

 

Okkara løgting hevur eisini eina sera góða pensjónsskipan – sum uttan iva er tann besta í landinum. Tingfólk fáa løn og pensjón sum tænastumenn. Munurin er bara, at meðan ein vanligur tænastumaður skal arbeiða í 37 ár fyri at fáa fulla pesjón, so skal eitt tingfólk bara arbeiða í 16 ár. Og meðan ein vanligur tænastumaður ikki kann fara frá við fullari pensjón fyrr enn hann er 67 ár, so kann eitt tingfólk fara frá, tá tað er 60 ára gamalt, um aldurin á tingfólkinum pluss tvær ferðir starvsaldurin er 90. Tað vil siga, at eitt tingfólk, sum er 60 ár, kann fara frá sum 60 ára gamal við fullari pensjón, um viðkomandi hevur sitið á tingið í 15 ár.

 

Løgtingið hevur – eftir uppskoti frá Kaj Leo Holm Johannesen, táverandi løgmanni – broytt skipanina fyri landsstýrisfólk, sum hevði enn fleiri fyrimunir, enn tann hjá tingfólki. Tí landsstýrisfólk fingu fulla pensjón eftir átta árum. Hetta er broytt, so landsstýrisfólk fáa 15 prosent í pensjón á sama hátt, sum øll onnur. Samstundis varð lønin hækkað.

 

Tað liggur í luftini, at fólkapensjónsaldurin í Føroyum fer at hækka. Men tað er einki sum bendir á, at tinfólk ætla at broyta síni egni pensjónsviðurskifti. Einki uppskot er um tað, einki stendur í samgonguskjalinum um tað – í heila tikið verður tað ikki tikið upp á tungu í politisku skipanini.