Framyvir verður rentustuðul bert veittur til matrikulin ávikavist bústaðareindina har viðkomandi hevur bústað. Tað er sostatt ein treyt, at rentustuðulsmóttakarin býr á matriklinum.
Lógarbroytingin inniber somuleiðis, at skipanin við hækkaða stuðulinum fellur burtur og veittur verður stuðul av rentu, tó ikki provisjón, upp til 150.000 krónur um árið.
Frá 1. jan. 2010 lækkar rentustuðulin úr 40 prosentum niður í 39 prosent av rentuni.