Tað var gott, at tað eydnaðist at javna, tá ið Føroyar so leingi vóru aftanfyri.
Tað heldur føroyski landsliðsvenjarin Håkan Ericson, nú dysturin í Moldova er av, og úrslitið var 1-1.
Men landsliðsvenjarin sigur seg ikki vera nøgdan við úrslitið, tá ið tikið verður saman um dystin og serliga avrikið í seinna hálvleiki.
-Persónligu mistøkini í fyrra hálvleiki vóru stór, og tey kostaðu eitt mál. Men í seinna hálvleiki vóru vit greitt omaná, og vit áttu at havt skorað eitt mál aftrat, tí vit høvdu møguleika til tað. Vit skulu eisini minnast til, at Moldova var í hægri bólki í Nations League kappingini, enn vit vóru, og við tí í huga var avrikið so flott í seinna hálvleiki, at vit áttu at skorað fleiri mál í seinna hálvleiki enn málið, sum Meinhard javnaði við, sigur Håkan Ericson.
Tað undraði kanska, at tú skifti Jóan Símun Edmundsson út, tá ið vit arbeiddu fyri at javna?
-Jóan Símun var raskur, og hann er fínur bóltspælari. Veruleikin er, at hann ikki hevur spælt í kapping í nógvar mánaðir, og tí er dystarvenjingin ikki so góð. Meinhard hevur undir venjingunum víst, at hann er væl fyri, og vit fegnast um, at hann eftir gott uppspæl javnaði, sigur Håkan Ericseon landsliðsvenjari.
Hetta var sjeyndi kappingardysturin á rað, at føroyska liðið er farið av vøllinum við úrtøku, og hetta var triðja ferðin á rað, at úrslitið er 1-1.











