Føroyar hava í dag vunnið annað sigurin í Nations League upp í slag. Føroyar vunnu 1-0 á Andorra í regninum á Estadi Nacional leikvøllinum í Andorra la Vella. Millum fegnu menninar eftir dystin var Håkan Ericson, sum nú hevur vunnið tveir dystir upp í slag.
- Tað er himmlaskt at kunna byrja so væl, tá vit hava havt so fáar dagar saman og alt er nýtt. Hetta var deiligt, tí tað er ein torfør uppgáva á útivølli. Andorra er eitt lið, sum ger tað torført at spæla ímóti, bólturin er lítið í spæl, tú leingi í somu støðu við bóltinum, tað eru nógv fríspørk og so tað er torført at fáa leikferð í dystin. Vit fyrireikaðu okkum væl upp á hvussu teir ætla at vinna dystin, men eg haldi vit avgreiða dystin avbera væl, sigur Håkan Ericson.
Hann hevði broytt spælskipan til dystin í dag. Móti Malta var talan meiri um 4-3-3, meðan tað í dag var nærri 4-4-2 við sokallaðum diamanti á miðvøllinum. Tað merkir at tann eini av teimum mittastu er meiri framrættaður enn hin. Tað gevur eisini pláss fyri tveimum áleyparum, har Patrik Johannesen kom inn fyri Meinhard E. Olsen.
- Vit spæla eftir nøkrum prinsippum, men vit broyta útgangsstøðið hjá spælarunum alt eftir hvat vit vænta av mótstøðuliðnum. Í dag var brúk fyri at kunna spæla langt og stutt. Vøllurin ger tað torført at spæla skjótt á og teir spæla kropsligt, tí valdu vit tveir sterkar áleyparar, sum kunnu hótta verjuna hjá teimum, sigur nýggi landsliðsvenjarin.
Fyrsta málið hevði stóran týdning
Klæmint A. Olsen legði Føroyar á odda eftir ein hálvan tíma. Málið hevði stóran týdning, tí heimamenninir eru stinnir í verjustøðu, men tað kunnu teir ikki brúka so nógv til, tá teir eru afturúr.
- Tað hevði stóran týdning, at vit koma á odda. Teir spæla ikki so málrættað eftir at skora, men satsa heldur upp á at fáa fríspørk og deybóltar, sum síðani kunnu skapa møguleikar. Tað riggar minni væl, tá teir renna aftaná. Vit kunnu kanska iðra okkum um, at vit ikki skapa fleiri málmøguleikar móti einum landið sum Andorra, men tað eru eisini stórar tjóðir sum eitt nú Frakland og Ísland, ið bara vinna við einum ella tveimum málum. Tí er tað fyrsta málið so týdningarmikið, men eg eri eisini avbera fegin um at teir ikki koma til nakran málmøguleika, sum eg kann koma í tankar um. sigur Håkan Ericson, sum var ávaraður um rokið í Andorra í 2017, tá vit fingu mann útvístan í rokaligum 0-0 javnleiki.
- Eg eri eisini fegin um, at okkara spælarar megna at tamarhald á sinninum gjøgnum allan dystin, tí sum eg havi hoyrt, so hava Føroyar fyrr havt trupulleikar og fingið útvísingar her, sigur landsliðsvenjarin og leggur at enda afturat:
##med2##
- Ætlanin var at spæla meira upp á málið hjá teimum, men stutta tíðin millum dystirnar og langa ferðin setti seg kanska í beinini og høvdið á spælarunum. Tað bleiv ringt at halda so nógv ferð á bóltinum, men tað snýr seg eisini um at møða hinar við at hava bóltin. Eg vil eisini at vit kunnu hava tamarhald á bóltinum í dystum móti líknandi mótstøðu. Vit vildu gjarna skora til 2-0, men tað var eisini týdningarmikið at halda málið reint. At vit ikki gjørdu mistøk og ikki lótu upp í verjuni, tá er at hvíla á bóltinum nakað av tí besta, sum tú kanskt gera, sigur Håkan Ericson.
Við sigrinum eru Føroyar nú nummar eitt í bólki 1 í D-deildini í Nations League. Komandi dystir verða mitt í oktober mánaði, tá Lettland og Andorra koma á vitjan.