TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fjepparasamrøðuna, sum var við Eyðun Thorgeirsson, kendan KÍ-fjeppara á Rás2 fyrr í dag.
Eyðun Thorgeirsson stórfegnast um góðu gongdina hjá KÍ fyrsta triðingin av kappingarárinum, har liðið liggur bert eitt stig frá oddasessinum, men sum hjálparvenjarin hjá KÍ, Agnar Frederiksen so staðfestir eisini Eyðun Thorgeirsson, at tað er stutt millum liðini frammi í oddinum í effodeildini.
Eyðun Thorgeirsson er í tí stóra og heila nøgdur við liðavrikið hjá KÍ, men hann dregur fram roynda miðvallaran, Súna Olsen, og unga málslúkin, Jóannes Bjartalíð, sum tveir avgerandi faktorar fyri góðu gongdini hjá KÍ.
Eyðun Thorgeirsson dugir ikki at síggja, at KÍ ikki skuldi havt dygdirnar til at enda við evropeiskari luttøku, tá kappingin í ár er lokin.