Italska Senatið samtykti seinnapartin eina víttfevnda spariætlan, sum umfatar bæði skattahækkingar og nýskipanir á pensjónsøkinum. Tiltøkini eru neyðug, um landið ikki skal fara á húsagang.
Samtyktin í Senatinum var samstundis ein álitisváttan, sum Mario Monti, forsætisráðharri, kravdi at fáa. Úrslitið var, at 257 tinglimir atkvøddu fyri spariætlanini og álitisváttanini, meðan 41 atkvøddu ímóti. Aftaná segði forsætisráðharrin, at hann var nøgdur við úrslitið, og hann legði afturat, at við teimum samtyktu tiltøkunum kunnu italiumenn bera høvdið høgt í Evropa.
Nýggj hagtøl vísa, at italski innflutningurin minkaði 1,1 prosent í triðja ársfjórðingi, og at útflutningurin minkaði 1,6 prosent.