Hægri pensjónsaldur í Fraklandi

Fronsku politikararnir tóku í dag eitt týðandi stig á leiðini ímóti at hækka pensjónsaldurin hjá fólki. Hóast fakfeløg og onnur hava mótmælt uppskotinum um hægri pensjónsaldur, samtykti Senatið uppskotið í dag við 174 atkvøðum fyri og 159 ímóti.

Eftir uppskotinum, sum stjórnin hevur lagt fram, hækkar pensjónsaldurin úr 65 í 67 ár.

Tíðindastovurnar skriva, at myndugleikarnir rokna við umfatandi mótmælistiltøkum í morgin at mótmæla samtyktini í Senatinum í dag. Mótmælini fara væntandi at órógva tann almenna flutningin og flogferðsluna.