Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 68.880 krónur. Ásetingin er galdandi fyri árið 2020.
Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.
Í 2018 vóru útgoldnar 449 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2019 er mett til 546 mió. kr. og til 573 mió. kr. í 2020