Høgni Hoydal vil hava Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, at siga tinginum, hvør hevur skrivað tíðindaskrivið, sum er lagt á heimasíðuna hjá Fíggjarmálastýrinum 25. mars í ár.
Hetta spyr hann um í einum munnligum fyrispurningi, sum landsstýrismaðurin skal svara á tingi í dag.
? Hevur landsstýrismaðurin goldið privatari fyritøku ella privatpersóni fyri at skriva tíðindaskrivið?
? Hava embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum góðkent innihaldið í tíðindaskrivinum og kunnu tey vátta og taka ábyrgd av, at upplýsingarnar og orðingarnar í tíðindaskrivinum eru rættar? spyr Høgni Hoydal.
Hann spyr eisini, um landsstýrismaðurin kann skjalprógva upplýsingarnar í tíðindaskrivinum um, at »landsstýrið skal gjalda eina rokning uppá 280 milliónir krónur« og at framskrivingar vístu eitt »hall upp á smáar 400 mió. kr., áðrenn avdráttir.«
? Hvar og á hvørjum kontum hevur landsstýrismaðurin spart góðar 120 milliónir krónur, sum tíðindaskrivið upplýsir um, spyr Høgni Hoydal.
Hann vísir á tíðindaskrivið, sum varð sent út 25. mars, har landsstýrismaðurin m. a. segði, at:
- at hann hevur arvað eitt hall á fíggjarlógini frá undanfarnu samgongu
- at uppruddingin eftir fullveldisbúskapin er byrjað
- at framskrivingar vístu eitt hall uppá smáar 400 milliónir krónur
- at samgongan hevur verið ígjøgnum flestu kontur í fíggjarlógini og gjørt sparingar
? Í teimum tølum, landsstýrismaðurin síðani sjálvur hevur lagt fram, verða hesar upplýsingar afturvístar, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at undanfarna samgonga varð steðgað í sínum arbeiði 5. desember 2003. Hann vísir eisini á, at úrslitið hjá landskassanum fyri 2003 vísir sambært landsstýrismanninum sjálvum eitt yvirskot uppá 11 milliónir krónur.
? Harafturat vísir uppskotið hjá landsstýrismanninum onga sparing, ið lýsir munin millum 400 milliónir krónur og tær 276,5 milliónir krónurnar í halli, sum landsstýrismaðurin sjálvur hevur lagt fram.
? Talan er tí um beinleiðis ósannar og villleiðandi upplýsingar, sum landsstýrismaðurin leggur fram fyri almenningin, sigur Høgni Hoydal.
Hann vísir eisinni á, at tíðindaskrivið frá landsstýrismanninum hevur ikki frámerkið hjá Fíggjarmálaráðnum, soleiðis sum almenn tíðindaskriv frá landsstýrismanninum eiga at hava.
Tí er Høgni Hoydal sannførdur um, at einki embætisfólk í landinum hevði góðkent ella tikið ábyrgd av at senda villleiðandi upplýsingar til almenningin ella at senda eitt so óbúgvið tíðindaskriv út til almenningin.
? Týðiligt er, at landsstýrismaðurin ikki hevur hugsað um, at ein landsstýrismaður stendur til svars fyri lógini um ábyrgd landsstýrismanna, og at hann hevur persónliga ábyrgd av teimum upplýsingum, ið hann ber fram alment. Tíðindaskrivið er orðað sum eitt lesarabræv frá einum persóni, ið ikki hevur ábyrgd av sínum útsagnum.
? Tíðindaskrivið prógvar, at tann, ið skrivað hevur, ikki hevur innlit í politisku mannagongdirnar og ikki skilir fyrisitingarligar grundreglur. Tildømis verður sagt, at »samgongan hevur verið ígjøgnum flestu kontur á fíggjarlógini«. Vil tað siga, at ikki allar kontur á fíggjarlógini eru gjøgnumgingnar? Og hvat hevur landsstýrið so gjørt í tveir mánaðir, um tað ikki hevur verið ígjøgnum konturnar, spyr Høgni Hoydal.
Formaður Tjóðveldisfloksins heldur, at sum tíðindaskrivið er orðað, kann tað ikki vera landsstýrismaðurin sjálvur, ið hevur skrivað tað. Landsstýrismaðurin verður jú endurgivin eins og í eini samrøðu, og sjálvt ein nýggjur landsstýrismaður hevur nógv betri innlit í fyrisitingarligar og politiskar mannagongdir enn hetta tíðindaskrivið ber boð um.
? Tað er sera umráðandi hjá Løgtinginum at fáa staðfest, um landsstýrismaðurin hevur goldið privatum fyritøkum ella privatpersónum fyri at skriva eitt slíkt tíðindaskriv, sigur Høgni Hoydal.
Hann leggur afturat, at um so er, so hevur landsstýrismaðurin ikki bert goldið fyri eitt sera óbúgvið og illa frágingið arbeiði. Tá hava vit ein álvarsligan fólkaræðisligan trupulleika, har landsstýrismenn seta embætisverkið til viks og lata fólk við ongum politiskum innliti og ongari politiskari ábyrgd skriva villleiðandi upplýsingar um nakað so týdningarmikið sum landins fíggjar- og búskaparpolitikk.
Hvør hevur skrivað og ikki fáa vit svar upp á tingfundinum seinnapartin í dag, tá landsstýrismenn fara at svara munnligum fyrispurningum frá tingfólki.