Høgni silvur í Malmø Open: Bert eitt spark avgjørdi dystin

Leygardagin luttók 12 ára gamli Høgni Kunoy Dávason í teakwondo kappingini Malmø Open. Kappingin varð hildið í Malmø í Svøríki, og Høgni vann silvurmerki.

 

 

Hann kappaðist í bólkinum Cadet, sum er íðkarar í aldrinum 12-14 ár í tyngdarflokki -49 kilo. 

 

 

Hóast hann var yngri og lættari enn mótstøðumaðurin, so var dysturin sera javnur, og bert eitt spark avgjørdi dystin, greiðir Høgni frá. 

 

 

-Tað manglaði lítið í. Tað var javnleikur tá tíðin var uppi, og síðani varð ein minuttur lagdur afturat at berjast í, og tann fyrsti sum fær stig tann minuttin vinnur dystin. Tá 10 sekund vóru eftir at berjast í, fekk hin eitt stig, sigur hann.

 

 

Tað næsta, sum er á skránni hjá Høgna er kappingin Danish Open, sum verður 20. mai, og hann leggur afturat, at hann er bjartskygdur, tí nú vinnur hann á teimum , sum hann fyrr tapti ímóti. 

 

 

Høgni hevur svart belti í teakwondo, og rekur felagið Hwarang Føroyar í Søldafirði har hann eisini er venjari.

 

 

Les eisini 10 ára gamal og byrjar nýtt ítróttarfelag og Kunnu taka Merkið við til kappingar