Fimleikur
Seinasta vikuskiftið kappaðust teir báðir, Høgni Øster og Helgi Winther Olsen, fyri fimleikafelagið AIG úr Ålborg um danska meistaraheitið fyri lið í elitudeildini.
Kappingin er skipað í fýra umførum, og tvey tey fyrstu umførini eru farin afturum. Tað hevur gingið eitt sindur misjavnt hjá felagnum hjá Høgna og Helga Í samlaðu støðuni liggur AIG á triðja plássi í samlaðu kappingini.
Tey bæði fremstu liðini, Gefion og VIK, liggja so mikið frammanfyri AIG, at tað neyvan verður meir til eitt samlað triðja pláss hjá Helga og Høgna.
Í seinasta umfarinum luttók Helgi W. Olsen í ringum, barr og lopi, meðan Høgni luttók í kappingini á gólvi.
Næsta umfar í kappingini um danska meistaraheitið fyri lið verður 10 mei, og tað er rættiliga óheppið, tí tað er sama dag, sum FM verður í Føroyum. Sum vit skilja á lagnum, so ætlar Helgi sær at luttaka í FM, meðan Høgni fer at kappast fyri AIG.
Samlaða støðan eftir tvey umfør:
Gefion =280,85
VIK =267,05
AIG =251,30
NGF =241,20