Leygarkvøldið verður árliga Grýluveitslan í Áarstovu í Århus. Tá verður livandi tónleikur á skránni við Høgna Reistrup og Finni Jensen. Hýrurin plagar at vera góðir, tá báðir havnarmenninir trubadurast í húsinum hjá Føroyingafelagnum, sum liggur mitt í Århus. Føroyafelagið hevur eisini aðalfund leygarkvøldið, men tað er fyrr um dagin.
Meir um grýluveitsluna og aðalfundin stendur at lesa á www.aarstova.dk.










