Høgni og Anfinn í Norsk-Færøysk Lag

Í sambandi við at Norðurlandaráðsfundur verður í Oslo í næstu viku, skipar Norsk-Færøysk Lag fyri fundi um fullveldi sunnukvøldið

Komandi sunnudag skipar Norsk-Færøysk Lag fyri einum tiltaki í Oslo, har Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal skulu tosa um arbeiðið við nýggjari grundlóg, fullveldi o. s. fr.

Tiltakið verður í Håndverkeren, Rosenkrabtzgate 7 í Oslo klokkan 1800 sunnudagin 8. oktober.

Ætlanin er, at Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg skulu bera fram sín boðskap klokkan 1900.

Roknað verður við at ein góður partur av fylginum til Norðurlandaráðsfundin eisini kemur við á fundin hjá Norsk-Færøysk Lag, so at andstøðupolitikarar eisini fáa møguleika at siga sína hugsan.