Tað kom eitt sindur óvart á, tá Høgni Madsen á sumri í fjør, boðaði frá, at hann fyribils gavst við at spæla fótbólt. Hann var tá sáttmálabundin við NSÍ, sum loysti miðvallarleikaran úr sáttmálanum.
Síðani tá hevur Høgni Madsen ikki gjørt stórvegis við fótbóltin, men nú røkist nógv fyri, at hann fer at taka skógvarnar av aftur hillini.
Høgni Madsen er í løtuni í Íslandi, har hann roynir seg í íslendska felagnum, Fram, sum dagliga spælir í næstbestu deildini. Við in.fo, sigur Høgni Madsen í stuttari viðmerking.
- Støðan er tann, at eg var og vandi við Fram í Reykjavík fyrst í december mánað. Síðani hava teir boðið mær yvir aftur, tí at teir vilja síggja meira til mín. So eg skal vera her í nakrar vikur, har báðir partar skulu síggja hvønn annan at eitt sindur nærri, og síðan verður støða tikin, hvat ið vit koma fram til.
Spyrst tað til ein sáttmála hjá Høgna Madsen við Fram í Reykjavík, verður hann tó ikki tann fyrsti føroyingurin sum hevur spælt við íslendska felagnum. Fram keypti nevniliga tveir føroyskar landsliðsleikarar fyri nógvum árum síðani, tá Hans Fróði Hansen og Fróði Benjaminsen skiftu til felagið frá føroyska B68.
Fram hevur ein greiðan málsetning um, at felagið skjótt aftur skal vera at finna í bestu íslendsku deildini.