Høgni Lisberg vann á Planet Awards planetina fyri bestu føroysku fløgu í fjør. Hetta var fyrsti veruligi sigurin hjá fyrrverandi Clickhaze trummuleikaranum á føroyska heimamarknaðinum sum singer/songwriter. Við fløguni Morning Dew, hevur hann staðfest sína støðu sum ein hin bjartasta vónin fyri føroyskan tónleik.
Við løgunum Learn To Ride On Waves og Just Dig hevur Høgni dominera 15 tær bestu í ár, hann verður somuleiðis nógv spældur í íslendskum og belgiskum útvarpi.
Á G! løgdu vit til merkis talentið longu fyri fleiri árum síðani og høvdu hann á skránni í 2003 og 2004. Og vit eru errin av aftur i ár at hava Høgna millum útvaldu tónleikanøvnini, ið sleppa at spæla á G! - hesaferð sær tað út til, at restin av Føroyum hevur fingið eyguni upp og við tí rúkandi ferð tað gongur hjá Høgna í løtuni, so verður hann ikki serføroyskur loynidómur í serliga langa tíð. skriva G! í tíðindaskrivi.
Fløgan Morning Dew varð tikin upp í víðagitnu Lundgaard upptøkuhølunum saman við nøkrum av hinum fremstu tónleikarunum í Føroyum og varð hon ljóðblanda av Óla Poulsen. Úrslitið var ein dygdarfløga, ið varð kalla ein hin besta føroyska nakrantíð av Dimmu og hevur givið Høgna fleiri nummar 1 hitt á 15 teimum bestu. Tónleikurin á fløguni er rokkutur singer/songwriter tónleikur við fólksligum íblástri. Høgni tekur teg við tónleikinum á eina ferð og tað er ilt at ikki vera rivin við. Høgni er erligur og sjarmerandi og samstundis djúpur og sæst hetta aftur bæði í orði og lagi.
Høgni hevur spælt víðahvar, og í summar skal fløgan hjá HF næmingunum úr Leirvík seljast, tí spælir hann m.a. á navnframa SPOT festivalinum, Asfalt og nú eisini G! Høgni Lisberg hevur gongd á í løtuni og ferðast alsamt uppeftir móti hæddunum.