Høgni krevur svar um ES-grundlógina

Fólkatingslimurin Høgni Hoydal hevur nú sett danska forsætismálaráðharranum, Anders Fogh Rasmussen, skrivligan fyrispurning um avleiðingarnar av eini ES-grundlóg og fólkaræðisligu rættindi føroyinga

Í Leygardagssosialinum vórðu avleiðingarnar av eini komandi ES-grundlóg viðgjørdar. Eisini varð ljós kastað á, at grundleggjandi fólkaræðisligu rættindi føroyinga og grønlendinga kunnu koma í vanda orsakað av eini ES-grundlóg, um felagsmál í ríkisfelagsskapinum verða løgd til ES at umsita.
Við nýggjari ES-grundlóg gerast tey fýra donsku fyrivarnini uttanfyri ES, uttanríkispolitikkur, verjupolitikkur, gjaldoyrapolitikkur og rættarpolitikkur, møguliga eisini ES-mál, og tá danir umsita hesi mál fyri føroyingar og grønlendingar, verða vit møguliga eisini beinleiðis partur av ES, uttan at norðuratlantisku stjórnirnar og fólkið eru spurd.

Fogh skal svara
Tí vil Høgni Hoydal nú hava at vita frá danska forsætisráðharranum Anders Fogh Rasmussen, um "tað er í samsvar við fólkaræðisligar meginreglur, um Danmark samtykkir nýggja ES-grundlóg og leggur grønlendsk og føroysk mál til Brüxelles at umsita, uttan at føroyska og grønlendska fólkið verður spurt".
Høgni Hoydal vísir í skrivliga fyrispurninginum á, at higartil hevur ES-integratiónin ikki ávirkað ríkisfelagsskapin, tí Danmark bert hevur luttikið í ES-høpi í málum, sum føroyingar og grønlendingar hava umsitið sjálvir, t.d. handilspolitikkur, umhvørvispolitikkur, gjaldoyrapolitikkur og fiskivinnnupolitikkur, men við ES-grundlógini kann talan nú gerast um grundleggjandi ríkisrættarligar broytingar og ein samanstoyt millum ES og ríkisfelagsskapin.
Anders Fogh Rasmussen hevur fyrr víst á, at ein ES-grundlóg ikki kemur at ávirka ríkisfelagsskapin, men í skrivliga fyrispurninginum hjá Høgna Hoydal er hetta ikki eitt nøktandi svar.
Við støði í hesum útsagnum hjá Fogh vísir andstøðuleiðarin á fólkatingi á, at tað á ongan hátt kann góðtakast, at Føroyar og Grønland sita eftir í Norðuratlantshavi við donskum gjaldoyra, donskum uttanríkispolitikki, donskum verjupolitikki og donskum rættarpolitikki, hóast danir hava flutt hesi málsøki síni til ES.

Nýggj verjusemja
Stóru donsku flokkarnir hava júst samtykt nýggja semju um verjumál, og Høgni Hoydal hevur í hesum sambandi eisini sett uttanríkisráðharranum Søren Gade skrivligan fyrispurning.
Høgni vil hava svar á, "hvørjar avleiðingar semjan fær fyri virksemið hjá donsku verjuni og NATO í Føroyum, hvørjar ætlaðar sparingar eru, og í hvussu stóran mun føroyska stjórnin hevur luttikið í avgerðini um verjusemjuna.
Vanlig mannagongd er, at skrivligir fyrispurningar verða svaraðir innanfyri seks dagar, eisini tá fólkatingið ikki er savnað, sum talan er um nú. Um málið skal kannast nærri, kann bíðitíðin gerast drúgvari fyri Høgna Hoydal og tey, sum bíða eftir svari frá Anders Fogh um ES-grundlógina og Søren Gade um verjusamtyktina.