Høgni Hoydal vil nú hava netbankan heim aftur til Føroyar

Høgni Hoydal hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at áleggja føroysku bankunum at taka netbankan heim aftur til Føroya. Løtingsmaðurin fyri Tjóðveldi sigur, at endamálið við uppskotinum er at tryggja, at týdningarmiklar og grundleggjandi skipanir við persónsupplýsingum, sum allir borgarar eru kravdir at brúka, verða varðveittar, mentar og kunnu virka í Føroyum - undir føroyskum lógum.

Sum dømi nevnir hann peninga- og ognarupplýsingar, skattaviðurskifti, rættarlig viðurskifti og aðrar grundleggjandi persónsupplýsingar,

Hann sigur, at orsøkin til til uppskotið er, at peningastovnarnir hava flutt seinasta partin av sínum skipanum, sum er netbankin, av landinum.

Nógv hevur verið frammi um teir trupulleikar, sum hetta hevur elvt til fyri vanlig fólk og vinnufyritøkur.

Høgni Hoydal vísir á, at eftir lógini skal hvør einasti føroyingur hava kontu í føroyskum peningastovni.

- Nú hava peningastovnarnir flutt hvørja kontu og hvønn einasta upplýsing um peningaviðurskifti hjá hvørjum føroyskum borgara, av landinum.

- Ongin peningalig ?clearing? kann sostatt fara fram uttan gjøgnum eina privata fyritøku uttanlands, sum vit í Føroyum onga ávirkan hava á, staðfestir hann.

Høgni Hoydal heldur, at vit mugu fáa hetta aftur á føroyskar hendur, tí hetta hetta líka stóran týdning fyri samfelagsmenningina, sum vegir, brýr, tunlar og sjóvegis og loftvegis samband.

Talan er eisini um eitt sera virðismikið og týdningarmikið tilfeingi, ið verður flutt úr føroyska samfelagnum, har føroysk vinna ikki fær møguleika at kappast um at gagnnnýta tað og førleikamenna seg.