Hóast formaðurin í Tjóðveldi misti fólkatingssessin við valið í kvøld, gjørdist hann toppskorari við flestum atkvøðum.
Toppskoraralistin vísir, at av gomlu flokkunum var tað bert Høgni Hoydal og Jenis av Rana, ið megnaðu at fáa flestar atkvøður sum floksformenn. Á øllum hinum fýra listunum vórðu floksformenninir yvirhálaðir av øðrum.
Ringast stóð til hjá Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum, ið bert megnaði at gerast nummar fýra á listanum, meðan Kári á Rógvi kom inn á triðja plássið.
Kaj Leo Johannesen endaði undan fínteljingini 22 atkvøður aftan fyri Edmund Joensen, meðan Aksel V. Johannesen var 554 atkvøður aftan fyri Sjúrð Skaale.
Tíggju tey ovastu á toppskoraralistanum eru:
Høgni Hoydal, E 1605
Edmund Joensen, B 1578
Kaj Leo Johannesen, B 1554
Sjúrður Skaale, C 1539
Annika Olsen, A 1193
Aksel V. Johannesen, C 985
Jacob Vestergaard, A 753
Poul Michelsen, F 672
Bárður Nielsen, B 438
Jákup Mikkelsen, A 411