Nú bert fáir dagar eru eftir til veðurlagstoppfundin í Keypmannahavn skal danski forsætisráðharrin nú svara, um føroysku krøvini verða gingin á møti.
Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, hevur vegna Norðuratlantbólkin sett Lars Løkke
Rasmussen ein sonevndan §20-fyrispurning um málið. Hann vil hava forsætisráðharrin
at vátta, at Føroyar verða við undir egnum navni í einum nýggjum veðurlagssáttmála.
Høgni Hoydal vísir á, at allir flokkar á tingi og landsstýrið eru samd um, at
føroysku veðurlagsmálini skulu verða sjónlig í einum nýggjum veðurlagssáttmála. Og tað hevur verið eitt ófrávíkligt krav frá landsstýrinum, at avtala skal gerast um
hetta undan toppfundinum í Keypmannahavn, so at Føroya hava kjans at vera við í
altjóða avtaluni.
Høgni Hoydal vísir á, at forsætisráðharrin varðar av viðurskiftunum við Føroyar og
at Lars Løkke Rasmussen óteljandi ferðir hevur sagt, at talan er um ?javntsettar partar? og at um føroyingar eru samdir, ?so fáa føroyingar tað, sum teir vilja hava tað?.
Nú talan er um fulla semju í Føroyum, gongur Høgni Hoydal út frá, at Lars Løkke nú
beinanvegin kann vátta, at talan ikki bert er um orð.