Føroyingar standa á egnum beinum, tað vísti eg tær á, tað eru tey sum skapa virðini í okkara samfelag sum byggja landi upp. Tí skilji eg ikki hví tú blívur við at meyla um hesa donsku olmussuna vit føroyingar liva av - tí tú veist tað er ósatt.
Tjóðveldisflokkurin hevur ikki gingið undan at tryggja verkafólki sínum rættindi, tey rættindi vit hava fingið eru ikki tryggjaði saman við borgarligu flokkunum og allarminst saman við fólkaflokkinum. Minst til rokið ið var fyri at fáa karnsdagarnar burtur og hvørki Ingeborg Vinther ella Føroya Arbeiðarafelag hava trutta niður í verkafjøldina at danskir pengar og hjálp skulu bjarga verkamannafjøldini, har sigur tú sum ikki einaferð ósatt.
Men vit mugu ásanna, at í tínum hugaheimi eru øll tey ið ikki eru samd við tær ella tínum flokki ósaklig, siga ósatt, leggja eftir tær og tínum flokki o.s.fr. Men Høgni, tú skalt ikki leggja mær orð í munn ella pennin. Eg havi mínar privatu politisku meining ið hvørki tú ella nakar annar kann broyta.
Viðv. teimum spurnigum ið tú setir mær, kann eg enn einaferð siga tær:
1.At okkara verkafólk ikki livir av danskari hjálp og pengum.
2. Jú, Høgni, tað hava verið onkur onnur valskeið har limir í Føroya Arbeiðarafelag hava fingið líka nógv og meiri burtur úr enn seinastu fýra árini.
Annars skal eg minna teg á tað vit fleiri ferðir hava víst á í felag okkara. Nevnliga at hvørt einasta oyra ið er komið uppá lønina síðan 1999 er eti uppaftur av skatti, avgjøldum og príshækkingum, so okkara verkafólk er í somu støðu sum áðrenn 1999 hóast lønarhækkingar.
3.Dagpeningalógin er blivin betri, tað er rætt men har vantar nakað enn, áðrenn komið er á mál. Viðv. barsilsskipanini hava vit víst á ymisk brek og at henda lóg bleiv smoygd yvir høvdi á fakfeløgunum tí onki umboð frá fakfeløgunum var við í nevndararbeiðinum, tí fíggjarmálastýri vildi ikki gjalda samsýning til fakfelagsumboð.
Viðv. Arbeiðsumhvørvislógini - fyri tað fyrsta var hon forelda tá hon kom í Løgtingið og bleiv samtykt og fyri tað næsta hevur arbeiðseftirlitið alt ov lítið av pengum at arbeiða við so lógin verður ikki umsitin sum hon átti, tað nyttar lítið at gera nýggjar lógir og ikki játta neyðuga peningin ið skal til, tað kostar bæði tíð og pening og arbeiðsorku fyri at fáa lógina at virka, tað manglar arbeiðseftirliti ? hugsa um tað !
Einaferð enn Høgni Hoydal, reypa ikki av at karensdagarnir eru tiknir av, hugsa heldur um skommina áðrenn tað kom so langt, tá tit vóru í stríð við fakfeløgini um at fáa karnsdagarnar fyri tey tímaløntu avtiknar, tað var onki stríð at fáa karensdagarnar avtiknar fyri tey almentløntu.
Hvar eru skattalættarnir fyri tey tímaløntu, tey gjalda okursskatt fyri hvørja krónu omanfyri 150.000 kr., hví hava tit ikki broytt tað hesu fýra árini.
4.Hvussu nógvir batar hendi fyri tey tímaløntu meðan eg var í Løgtinginum? allarfyrst kann eg siga tær at ein persónur fær ikki nógv broytt einsamallur. Verkamannafylkingin legði fleiri góð uppskot verkafólkið til frama fyri Løgtingið eg kann nevna: lóg um prísansing, prístalsregulering av lønum, lóg um hópuppsagnir, lóg um setanarviðurskifti á arbeiðsplássum, lóg um tá virkið skiftir eigara o.s.fr. Frítíðarlógina fingu vit upp aftur á 5 vikur í 1996 og frítíðarprosenti upp aftur á 12 % frá 10,25%.
Annars kann eg upplýsa tær, Høgni, at øll uppskotini eg nevndi, burtur sæð frá frítíðarlógini, var tín flokkur saman við øðrum, við til at fella í Løgtinginum, og kann eg eisini upplýsa tær, um tú hevur gloymt tað, at hesu somu uppskot eru, meðan tú hevur verið í samgongu, løgd fyri Løgtingið av Hans Paula Strøm fyri Javnaðarflokkin. Men gakk, samgongan feldi uppskotini, hann royndi aftur at leggja hesu uppskot fyri Løgtingið, tí eg skal siga tær, Høgni, hetta eru tíðandi lógaruppskot fyri verkafólk, men ikki eitt av uppskotinum tók tín flokkur undir við. So góður vóru tit við verkamannafjøldina, so eg haldi tú skuldi tagt og hugsa teg um áðrenn tú skal stilla onnur skúlarætt.
Hugsa um øll verkføllini ið hava verið, eg má nevna tað aftur nú, tú reypar av øllum tí góða tit hava gjørt. Og nú aftur beint undan valinum endaði so aftur ein samráðing í verkfalli, ja eitt hava tit met í, tað er ósemjur og aftur ósemjur við fakfeløgini.
Eg havi ikki sum tú sigur, Høgni, bert lagt eftir tjóðveldisflokkinum, eg havi víst á hvat samgongan hevur gjørt í verki ? summi føla seg meira raktan enn onnur !
Óansæð hvør samgonga situr, fari eg altíð at tala at um ikki verkafólksins áhugamál verða vard.