Høgni Hoydal: Ja, Tjóðveldisflokkurin fyrireikar seg til allar støður

Í Degi og Viku í gjárkvøldið var høvuðssøgan, at Tjóðveldisflokkurin hevði fyrireikað seg til at leggja fram sínar niðurstøður um samgongusamstarvið

Hendan sera skemtiliga søga bygdi á eitt pappír, har Tjóðveldisflokkurin hevði skrivað niður sínar niðurstøður um samgongusamstarvið. Á hesum pappírinum varð eisini lagt upp fyri og fyrireikað, at um samgongukreppan stóð við ella versnaði, so mátti Tjóðveldisflokkurin eisini í felag greiða frá sínum niðurstøðum á einum tíðindafundi.
Ja, tað skulu vit erliga viðganga. Vit høvdu fyrireikað okkum til allar møguleikar. Tað gera vit altíð. Tað finnast óteljandi arbeiðspappír í Tjóðveldisflokkinum, og hetta var eitt av teimum, sum SvF hevur funnið onkustaðni.
Men at SvF við hesum vil gera eina søgu um, at niðurstøðan av samgongufundinum varð gjørd upp á forhond, er beinleiðis skeivt og íspunnið.
Undirritaði fór á fund við samgonguflokkarnar og legði tær niðurstøður fram, sum flokkurin var komin til. Júst sum vit høvdu lovað at gera, áðrenn vit søgdu nakað alment. Eina útgávu, av hesum "misteinkiliga" pappíri, hevði eg við mær á fund. Um fundurin millum samgonguflokkarnar hevði gingið illa, so hevði verið ynskiligt hjá Tjóðveldisflokkinum at greitt frá støðuni beinanvegin.
Men tað gjørdist ikki aktuelt og tí heldur ikki skilagott at halda nakran tíðindafund um støðuna.
Kortini gleðast vit um, at tað eru stórtíðindir hjá SvF, at Tjóðveldisflokkurin eftir langa viðgerð hevur skrivað niður sínar niðurstøður á pappír.
Vit gleðast um, at tað eru stórtíðindir hjá SvF, at Tjóðveldisflokkurin eisini hevði fyrireikað seg til ein tíðindafund, um samgongukreppan stóð við.
Vit gleðast um, at tað eru stórtíðindir hjá SvF, at undirritaði enntá munnliga hevur endurgivið burturúr teimum niðurstøðum, sum flokkurin hevði skrivað.
Kanska kundu vit ynskt okkum, at SvF hevði spurt okkum, hvør samanhangurin var, men so var sjálvsagt ongin søga.
Og ja. vit fyrireika okkum í Tjóðveldisflokkinum til ymsar støður og tosa um, hvat skal sigast. Vónandi gera onnur tað eisini.
(Eg skal gera vart við, at hesar reglur vórðu skrivaðar, áðrenn tær vóru sendar, og at eg kanska kann finna uppá seinni munnliga at siga setningar burturúr hesum. Um nú SvF skuldi havt brúk fyri nýggjum høvuðstíðindum).

Høgni Hoydal