- Tað er óheppið hjá mær, at eg ikki havi givið mær far um hesa einu regluna í teldupostinum, men tað avgerandi er at fáa alt lýst til fulnar so einki er ósagt, sum er farið fram.
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Hann sigur víðari, at meðan hann hevur sitið sum landsstýrismaður, er ein flyting av veiðiloyvum farin fram í juni 2016, men at hann var ikki varugur við flytingina. Tí hevur hann sett sær fyri at kanna ítøkiliga málið fyrst, fyri at fáa staðfest neyvt hvat er farið fram.
- Tað hevur ongantíð verið ætlanin hjá mær at flyta loyvir. Politiskt er tað heldur ikki tað sama nú, sum tað var fyri nøkrum árum síðani. Tá sat ein makrelbólkur og gav línuskipum kvotur og mann visti at loyvir fóru at verða flutt, sigur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal sigur, at avgerðin at lata Næraberg og Slættaberg veiðiloyvir er ikki lógarheimilað og skal tí ógyldast. Uppgávan liggur hjá Vørn at ógylda avgerina sambært fyrisitingarligum mannagongdum.
- Vit hava samskifti við Vørn um hvussu hetta skal avgreiðast. Tá ein feilur sum hesin verður rættaður, so mugu vit tryggja okkum, at tað verður gjørt á ein rættan hátt, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur víðari, at hann hevur merkt, at málið hevur verið væl og virðiliga viðgjørt. Nú vil hann hava staðfest hví hetta er farið fram og hvat kann gerast.
- Eg kann so bara siga, at eg vildi ikki, at hetta skuldi henda. Hinvegin er hetta ein marra hjá mær, sigur Høgni Hoydal.