Høgni herðaklapp frá Norðoya Sparikassa

Til hugnakvøld í Norðoya Sparikassa tann 22. desember fekk Høgni Lisberg eitt herðaklapp frá Norðoya Sparikassa fyri sítt tónleikaavrik í samband við, at hann fyri stuttum gav út sína triðju fløgu.

Á árliga afturvendandi hugnakvøldi sparikassans har nevnd og starvsfólk vóru savnað, hevði sparikassin vitjan av Høgna Lisberg, sum spældi nøkur løg av nýggju fløgu síni HOGNI ? haré! haré!.

 

Í hesum sambandi nýtti Eyðfinn Reyðberg stjóri í sparikassanum høvið at siga nøkur orð um Høgna og geva honum eitt herðaklapp fyri sítt tónleikaavrik.

 

- Hóast sín unga aldur, so hevur Høgni megnað at givið út tríggjar góðar fløgur við egnum tilfari og vit hava eisini lagt merkis, at hann veruliga brennir fyri tónleikinum og at náa góð úrslit á hesum øki. Slíkt eigur at virðismetast, og tað vilja vit gera í Norðoya Sparikassa í kvøld, við at

geva Høgna ein kekk uppá 25.000 kr.

 

Høgni, sum ikki visti av nøkrum, var eitt sindur tikin av fótum. Hann takkaði fyri og var fegin um at hava fingið hesa viðurkenning.

 

- Ein slík viðurkenning, sum man ikki hevur roknað við, kemur altíð væl við, og fløvar um hjá einum hvørjum, sum fæst við tónleik.

 

Norðoya Sparikassi ynskir Høgna bestu eydnu við tónleikinum og góðan byrð framyvir stendur í tíðindaskrivi. Tú kanst lesa meira um Høgna á www.myspace.hogni.com.