Nýggi uttanríkisráðharrin fer í dag til Íslands og Grønlands á almenna vitjan, boðar uttanríkisráðið frá í tíðindaskrivi Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri er boðin á vitjan í Íslandi og Grønlandi av ávíkavist Ingibjørg Sólrún Gísladóttir, íslendskum uttanríkisráðharra og Aleqa Hammond, grønlendskum uttanríkisráðharra.
Henda ferð til Íslands og Grønlands er hin fyrsta nakrantíð hjá einum føroyskum uttanríkisráðharra.
Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri fer fyrst á almenna vitjan í Íslandi. Vitjanin byrjar sunnudagin 9. mars 2008 og heldur fram til mánadagin 10. mars.
Á vitjanini verður fundur við Ingibjørg Sólrun Gísladóttir, uttanríkisráðharra um eina røð av áleikandi málum. Millum annað fara uttanríkisráðharrarnir at røða um ymisk mál viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum, heruppií økt samstarv um útbúgving og gransking millum Føroyar og Ísland. Somuleiðis fara ráðharrarnir at røða um samstarv millum føroysku og íslendsku uttanríkistænastuna, viðurskiftini millum Føroyar og EFTA eins og royndirnar av sendistovunum hvør hjá øðrum.
Somuleiðis fer Høgni Hoydal at hava fund við Geir Haarde, forsætisráðharra um samstarvið millum Føroyar og Ísland.
So skjótt vitjanin í Íslandi er lokin, fer Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri á vitjan í Grønlandi. Vitjanin byrjar týsdagin 11. mars 2008 og heldur fram til hósdagin 13. mars.
Í Grønlandi fer Høgni Hoydal at hava fund við Aleqa Hammond, uttanríkisráðharra um framtíðar samstarv millum Føroyar og Grønland. Eisini fer Høgni á grønlendskari ráðstevnu um altjóðagerð at hava eina framløgu um føroyska uttanríkistænastu og hugsjónirnar fyri altjóða samstarvi føroyinga.