Kollafjørður: Í roynd og veru er ikki bert talan um eitt, men um tvey ymisk arbeiði ið gerast skulu.
Í fyrstu syftu er ætlanin at gera tað lættari hjá fólki at sleppa í kirkju. Og júst her hava verið ávísir trupulleikar.
Støðan er nevniliga hon, at rørslutarnað hava verið rættiliga nógv tarnað at sleppa gjøgnum høvuðsdyrnar í kirkjuni, orsakað av teirri høgu gáttini.
Umframt hetta er forkirkjan soleiðis, at tað ber illa til at fáa størri kistur inn í kirkjuna og útaftur. Men hetta fer ein nú at bøta um.
Ætlanin er nú at gera eina nýggja inngongd í vestaru síðu á kirkjuni.
- Vit ynskja eisini at gera tað lættari hjá fólki við koyristóli og rørslutarnað at sleppa í kirkju. Og tí fara vit somuleiðis at gera ein rampa í hesum sambandi, greiðir Anfinn Dam frá.
Tað hevur eisini tikið sína tíð at fáa øll loyvini til vega. Hetta kemur heldur ikki av ongum, tí talan er um ein søguligan kirkjubygning sum verður 175 ár fyrsta sunnudag í advent komandi ár.
Meinlíkur
Hetta er tó ikki einasta arbeiðið sum skal gerast í kirkjuni í hesum viðfangi.
Tann, ið koyrir fram við teirri 173 ára gomlu kirkjuni, sær longu fyrsta farvegin eftir einum øðrum arbeiði sum er í gongd í hesum døgum.
Í fyrstu syftu er eitt minni hol brotið í garðin kring kirkjuna. Í øðrum lagi eru fløgini loyst av, eins og grivið er fyri tí, sum í framtíðini skal verða eitt wc hjá kirkjuni.
- Hetta verður ein bygningur, ið kemur at standa leysur frá kirkjuni, upplýsir formaðurin í kirkjuráðnum.
Hesin bygningurin verður í mangar mátar meinlíkur kirkjuni, við millum annað teirri eyðkendu flagtekjuni.
Tað er arkitekturin, Palli Gregoriussen sum hevur gjørt hetta uppskotið til nýggja bygningin.