Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar í dag um eitt slag majonesu, sum er seld í Føroyum.
Majonesan er frá framleiðarnum Graasten Salater og hevur navnið Rema1000 Mayonnaise. Talan er um plastdunk við 400 gram av majonesu. Pakkidagurin er 05/06/2018 og 06/06/2018.
Vandi er fyri, at vøran er hýggjuskotin, og tí skal hon ikki etast.
Ráðini til fólk, sum hava keypt hesar majonesudunkar, er at lata vøruna inn aftur til handilin, har hon eru keypt, ella at beina vøruna burtur.