VÍF vann greitt steypafinaluna hjá kvinnum. Tær vóru væl betur, bæði í verjupartinum og í álopspartinum.
VÍF vann 23-19. Í steðginum var VÍF á odda 13-8.
Liljan Djurhuus og Marianna Holm Jacobsen vóru toppskjúttar hjá VÍF við seks málum hvør. Anna Brimnes var toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hæddarpunktini frá Rás2 frá steypafinaluni.
Hilmar Jan Hansen segði frá, og Claus Rasmussen var viðmerkjari. Claus tók eisini samanum steypafinaluna.
Samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við fegnar spælarar hjá VÍF, og við Inga Olsen, venjara hjá VÍF hoyrast HER
Ein samandráttur av dystinum, sum Hilmar Jan Hansen segði frá, og ein samantøka hjá Claus Rasmussen, viðmerkjara hoyrast HER