Í Vági og í Fuglafirði verður tað sæð við sera stórum spenningi fram til botnstríðið, sum verður sunnudagin. Vinnarin fer at styrkja um fyritreytirnar at verða í bestu deildini, meðan taparin fer at hanga í klønum tráði.
Bæði venjarin hjá VB, Popzynski, og hjálparvenjarin hjá ÍF siga, at stemningurin hevur verið góður í vikuni, og teir rokna við, at spælararnir fara at vera nærlagdir. Í Fuglafirði eru Viggo Johannesen, sum var sjúkur, og Eyðálvur R. Petersen, sum var skaddur, tøkir aftur. Símun Eliasen fer av landinum eftir vikuskiftið, men tað er neyvan langt við síðuna av at rokna við, at hann fer at koma heim okkurt vikuskifti, um tað verður nakað at spæla um.
Í Vági verður Magni Mohr, sum var leikbannaður seinast, ikki við, og tað verður Hans Pauli Dahl heldur ikki. VB vann undan summarsteðginum 3-1 á ÍF á Vágs eiði.










