Gyltur møguleiki at loysa knútin


 

Ingeborg Vinther

Føroya Arbeiðarafelag

- Umráðandi er at fáa gongd á aftur Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og uppskot Sambandsfloksins er gongd leið, skulu vit ikki fáa eina »fólkaflokspensjón«, har rík gerast ríkari og fátøk fátakari


- Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin er einasta loysn, ið tryggjar rættvísa pensjón til øll

- Tá Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin á sinni kom, vóru Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin aftan fyri hesa hugsjón. Nú er Sambandsflokkurin so eisini við

- Tí er at meta sum ein skandala, at Tjóðveldisflokkurin er boygnaður eftir trýsti frá Fólkaflokkinum

Sum áður boðað frá, tekur Føroya Arbeiðarafelag fult undir við uppskoti Sambandsfloksins um, at 400 mill. krónur verða settar í Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin í ár, og aftur 400 mill. krónur komandi ár.

Felagið hevur frá byrjan tikið undir við Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum og metir grunnin sum bestu loysn at loysa eftirlønarspurningin.

FA hevur í brævi til allar flokkar á tingi gjørt hesi sjónarmið greið og heitir á flokkar um at taka undir við uppskotinum.

Flokkar á tingi hava arbeitt við at taka av fólkapensjónina, og ístaðin seta persónliga uppsparing. Ein skipan við persónligari uppsparing máar støðið undan samhaldsføstu pensjónsskipanini og førir við sær øktan stættarmun.

Umframt at kunna flokkar á tingi um greiðu støðu Føroya Arbeiðarafelags viðvíkjandi Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum, er eisini bræv sent landsstýrismanninum Bjarna Djurholm, har tryggingarlógin verður umrødd. Sambært hesi lóg fær t.d. FA ikki sett egna eftirlønartrygging í gongd. Avrit av brævinum er sent øllum løgtingslimum. Á aðalfundi hjá FA tóku Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin undir við, at lógin verður broytt, so FA fær sett eftirlønargrunn á stovn, meðan ikki kom greitt fram, hvat Fólkaflokkurin vil.

Tjóðveldisflokkurin boygnaði

Politikarar hava nú gyltan møguleika at loysa knútin viðvíkjandi pensjónini. Umráðandi er at fáa gongd á aftur Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin og uppskot Sambandsfloksins er gongd leið, skulu vit ikki fáa eina »fólkaflokspensjón«, har rík gerast ríkari og fátøk fátakari.

Vert er at minnast til, at Samhaldsfasti er ein liðug loysn. Ongum nýtist at fara aftur um aftur ella at byrja alt arbeiðið av nýggjum.

Tá Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin á sinni kom, vóru Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin aftan fyri hesa hugsjón. Nú er Sambandsflokkurin so eisini við.

Tí er at meta sum ein skandala, at Tjóðveldisflokkurin nú vísir seg at bakka út. Sambandsflokkurin er komin við, meðan Tjóðveldisflokkurin er boygnaður eftir trýsti frá Fólkaflokkinum. Hetta, hóast væntast kundi, at Tjóðveldisflokkurin fór at taka undir við uppskotinum, og ikki fór at ganga undir fólkaflokshugsjónina og í navni fullveldisins blaka alt annað yvir borð.

Út frá hesum má staðfestast, at Tjóðveldisflokkurin hevur gloymt sosiala tørvin í samfelagnum. Formaður Tjóðveldisfloksins hevur sagt, at talan kann blíva um »eina ella aðra« samhaldsfasta loysn, men hetta er ikki nóg mikið. Loysnin má verða Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin, sum fakfeløg eisini hava tikið undir við alla tíðina!

Men sigast má í hesum sambandi, at syndarligt hevur verið at hoyra útmeldingarnar frá samgonguflokkunum, tá málið hevur verið til 1. viðgerð í tinginum. Landsstýrismaðurin hevur eisini verið í fjølmiðlunum. Hugsjónin tykist greið. Eftir at málið hevur fingið lidna politiska viðgerð og er grýtuklárt, kann tað fara út til hoyring hjá fakfeløgunum. Hvør skal siga: tá kann tað jú gera tað sama, tí tá er kortini leyst og liðugt!

Men Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin er einasta loysn, ið tryggjar rættvísa pensjón til øll. Tí er umráðandi at fáa gongd á grunnin aftur. Eisini, hóast hetta kanska merkir, at vit skulu gjalda meira.

Vit endurreistu landið ? nú er tíð at bera aftur

Vert er at minnast til, at tað vóru borgarar í Føroyum, sum tóku tøk og endurreistu landið, tá harðast leikaði á í kreppuárunum. Kreppan kostaði meiniga føroyinginum nógv. Og meinigi maðurin lat nógv í ymsum eykagjøldum, t.d. MVG og eykaskatt. Nú er frálíkt høvi at bera eitt sindur aftur til borgararnar, so hesir fáa okkurt aftur.

Hetta er vert hjá politikarum at hugsa um, nú sjónligastu politisku úrslitini seinnu árini eru, at politikarar hava verið óførir at skava til sín sjálvs ? bæði í løn og pensjón.

Val í hondum

Fakfeløgini hava alla tíðina tikið undir við loysnini, ið eitur Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin, tí hetta er einasta trygd fyri rættvísari pensjón til øll.

Vert er tí at minna á, at brátt er val í hondum. Tá ber til at minna veljaran á, hvørji brøgd eru gjørd inniverandi samgonguskeið. Verkafólk telja stóran part av veljarafjøldini og FA ætlar ikki at lata tað fara aftur við borðinum, verður onnur loysn vald, enn Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin. Tá kann tað gerast óheppið fyri teir flokkar, ið ikki taka undir við hesum uppskotinum. FA ætlar at minna limir sínar - og Føroya fólk annars - á, hvat er farið fram, og tá er ikki óhugsandi, at veljarin vaknar, hugsar seg um, so at hetta kostar onkrum atkvøður.

FA metir tað vera umráðandi at koma við inniligari áheitan á politikarar, um at taka undir við Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum og uppskoti Sambandsfloksins, so úrslitið ikki gerst ein loysn, har stættarmunurin økist. Ein loysn, ið hevur við sær, at fólk, ið hava vunnið mest av peningi í vinnuføra aldrinum, eisini á ellisárum fáa størstu pensjónina. Á tann hátt heldur stættarmunurin í samfelagnum fram, og økist, tá vit gerast eldri.

Føroya Arbeiðarafelag metir, at uppskot Sambandsfloksins er stig á røttu leið at varðveita okkara samhaldsføstu eftirlønarskipan, soleiðis, at tey, sum í vinnuføra aldrinum vinna mest, lutfallsliga gjalda mest til ta eftirløn, ið eigur at vera ein mannarættur, tá tey eldru í okkara samfelag røkka pensjónsaldur. Tað er tí heilt náttúrligt, at løgtingið tekur undir við uppskotinum um, at nevndu 800 mill. kr. verða goldnar í Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.