Fyrr í kvøld ringdi ein skakaður bilførari til løgregluna, tí stórir klettar rapaðu á Oyggjarvegnum.
Beint við Hundsarabotn rendi ein bilførari seg í stórar klettar, sum vóru rapaðir frá fjallasíðuni oman á vegin. Tá ið bilførarin kom koyrandi suðureftir sá tað út til, at tað var ein seyður á vegnum, men tað vísti seg at vera sera stórir klettar.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan var um so mikið nógv grót, at bilførarin mátti venda bilinum og koyra norðureftir aftur, tí hann slapp ikki framvið.
Eingin skaði stóðst av hesum, og stutt eftir fráboðanina fóru løgreglan og landsverk niðan á Oyggjarvegin at taka sær av støðuni. Vegurin er nú ruddaður.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at omanlopið í kvøld var beint við grótbrotið í Hundsarabotni, og at tað altíð er vandi fyri, at slíkt hendir har um leiðir.