112
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Hósdagin klokkan 11.30 fekk løgreglan eina fráboðan um spreingiarbeiði til ampa við Karlamagnusarbreyt.
Í samband við byggiarbeiði á staðnum, hevur fyritøkan Guttesen & Staksberg sprongt har seinastu dagarnar. Hósdagin varð arbeiðið tó steðgað, tá alt ikki var, sum tað skuldi.
Tætt er millum økið, har sprongt verður, og húsini, og tá sprongt varð stutt fyri døgurða hósdagin, hendi tað óhapp, at leyst grót varð slongt út millum spreingimátturnar, ið skulu verja fyri, og omanyvir grasplenu, har børn plaga at spæla og húsatekjur.
Lukkutíð vóru eingi børn har á leiðini, tá sprongt varð.
Sprongdu eftir forskriftunum
Arbeiðseftirlitið kom á staðið, og fór beint undir kanningararbeiðið. Sofus Poulsen, verkfrøðingur, hevur ábyrgdina hjá Arbeiðseftirlitinum á økinum við spreingiarbeiði og spreingievnum.
- Tað er einki sum bendir á, at teir hava vikið frá teimum forskriftum, ið galda á økinum. Alt svaraði til forskriftirnar, og tað er ikki ávísiligt at nakað skeivt er farið fram, greiðir Sofus Poulsen frá.
- Talan er eitt óhapp, sum ikki skal henda, men sum kemur fyri. Spreingimeistarin hevur fingið loyvi at halda fram, men fer helst at skerpa trygdina og taka neyðugu stigini til at tryggja at hetta ikki hendir aftur, sigur Sofus Poulsen, verkfrøðingur á Arbeiðseftirlitinum.