Guttorm vann renningina

Guttormur Sørensen var fyrsti rennarin um málið, tá norðoyastevnurenningin var á skránni leygardagin. Fleiri enn 100 luttakarar vóru til renningina, harav 20 vóru í vaksna bólkinum. Og talan var um sannførandi sigur hjá Guttorm, sum við 15.59 minuttir gjørdist fyrsti rennarin, sum fór undir 16 minuttir á teininum. Næstir Guttormi vóru Sam Vang og Símun Joensen.