Gustav kravt sjey mannalív í USA

Ódnin Gustav er viknað, síðani hon kom inn yvir land Ódnin Gustav hevur kravt minst sjey mannalív, síðani hon kom inn yvir amerikonsku suðurstrondina seinnapartin í gjár. Tað sigur CNN.

Hinvegin er líkt til, at tað slapst undan einari veruligari vatnflóð, tí byrgingarnar hildu. Myndugleikarnir siga, at vandin er kortini ikki av enn, og teir hava mælt fólki frá at koma aftur til hús enn.

Í statinum Louisiana liggja minst 800.000 fólk í streymloysi orsakað av ódnarveðrinum, og sambært guvernørinum fáa tey seinastu neyvan streymin aftur fyrr enn eum tveir dagar.