Gunvør Balle ynskir almennan móðurmálsdag

25. mars, føðingardagur V. U. Hammerhaimbs, skal verða almennur móðurmálsdagur, heldur Gunvør Balle, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.

Gunnvør Balle, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, ynskir at lýsa 25. mars, føðingardag V. U. Hammershaimbs, sum almennan móðurmálsdag, og legði týsdagin eitt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið, um at heita á landsstýrið at lýsa 25. mars sum almennan móðurmálsdag.

 

V. U. Hammershaimb var borin í heim 25. Mars 1819 og vit nærkast tí einum 200 ára hátíðarhaldi fyri føðingardegi hansara.

 

Gunvør Balle skrivar í viðmerkingunum til uppskotið, at V. U. Hammershaimb í 1854 gav út fyrstu føroysku mállæruna og gjørdi ta nýggju rættskrivingina, og at hann soleiðis eigur eina stóra æru fyri, at føroyingar varðveittu skriftmálið.

 

Hon ynskir, at ein almennur móðurmálsdagur verður lýstur, sum kann gera vart við tann týdning og tey virðir, sum liggja í móðurmálinum, skrivar hon, ein dag, har vit skifta orð um føroyskt og um støðuna hjá móðurmálinum í føroyska samfelagnum.

 

Gunvør Balle vísir á, at Mentamálaráðið longu í 2010 ætlaði, at 25. mars skuldi vera móðurmálsdagur, og at ein málrøktaravirðisløn skuldi latast hendan dagin. Gunvør Balle ynskir, at landstýrismaðurin nú skal lýsa 25. mars sum almennan móðurmálsdag og skipa nakrar leiðreglur fyri, hvussu dagurin skal haldast. Hon ynskir eisini, at ein játtan skal vera givin Málráðnum, til at skipa fyri tiltøkum í samband við dagin.