Nú klokkan 19.30 fór bólturin á rull í kvinnufinaluni í fótbólti. Men áðrenn Birgir Sondum brikslaði fyri fyrstu ferð, varð nýggi vøllurin tikin í nýtslu. Tað var borgarstjórin í Klaksvík, Gunnvá við Keldu, sum sparkaði bóltin til formannin í KÍ, Tummas Lervig, og so varð vøllurin tikin í nýtslu.