Landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, er vorðin nakað troyttur av keðiliga prátinum um landsliðið og atfinningunum mótvegis landsliðsvenjaranum. Hann vil vísa hesum prátinum aftur við einum góðum avriki í kvøld.
- Vit eru øgiliga uppsettir. Tað hevur verið eitt sindur av roki runt um landsliðið í síðstuni, og vit eru eitt sindur troyttir av tí faktiskt. Tá ið tað eru so nógv álop á bólkin, so hevur ein hug at verja sítt egna. Vit eru ógvuliga uppsettir at gera eitt gott avrik, og so kunnu fólk tosa, sum tey vilja, sigur Gunnar Nielsen.
Tað hevur serliga verið á alnetinum, at fólk hava funnist at landsliðsvenjaranum, men teimum gevur Gunnar ikki nógv fyri.
- Tað eru øgiliga nógvir serfrøðingar, sum ikki hava spælt fótbólt í sínum lívi ella á okkara støði, og sum eru so klók um tingini hjá okkum. Tað eru vit troyttir av og vit ætla veruliga at gera eitt gott avrik í kvøld, sigur Gunnar Nielsen.
Hoyrið samrøðuna við Gunnar Nielsen niðanfyri myndina.









