Gunnar Nielsen hevði undan dystinum hjá FH í dag móti Fram á útivølli í niðara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini ikki vart málið hjá FH síðani 11. august.
Í dag vóru boð aftur eftir Gunnari at verja málið hjá FH, men ólukkutíð mátti Gunnar lata seg skifta út í steðginum, tí hann hevði trupuleikar við knænum.
Tí mátti bert 17 ára gamli Heiðar Máni Hermannsson verja málið hjá FH í seinna hálvleiki. Fram vann dystin 3-0. Í steðginum var Fram á odda 2-0.
Í seinasta umfarinum komandi leygardag klokkan 13 spælir FH heimadyst móti liðnum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Akranes.
FH hevur 25 stig á triðaftasta plássinum, meðan Akranes hevur 22 stig á næstaftasta plássinum. Møguleikin fyri, at Kaj Leo og liðfelagarnir bjarga plássinum eru mikroskopiskir.
FH hevur ein málmun, ið er minus níggju mál, meðan Akranes hevur ein málmun, ið er minus 28 mál. Eingin dugir at ímynda sær, at Akranes vinnur 10-0 á FH, so málmunurin hjá FH gerst minus 19, og tann hjá Akranesi gerst minus 18.
Men í fótbólti skal ein ongantíð siga ongantíð.
Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Keflavík hava vunnið niðara endaspælið.
Støðan:
Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig | |
Keflavík | 26 | 10 | 4 | 12 | 52:48 | 34 | |
8 | Fram | 26 | 7 | 10 | 9 | 53:59 | 31 |
9 | ÍBV | 26 | 7 | 8 | 11 | 42:50 | 29 |
10 | FH | 26 | 6 | 7 | 13 | 35:44 | 25 |
11 | Akranes | 26 | 5 | 7 | 14 | 34:62 | 22 |
12 | Leiknir R. | 26 | 5 | 6 | 15 | 28:65 | 21 |