Gunnar vann býarsúkklingina

FM í býarsúkkling varð avgjørd í einum tøttum endaspurti, sum ungi Torkil Veyhe akkurát ikki megnaði at vinna. Gunnar Dahl-Olsen vann eina spennandi kapping og ein spennandi endaspurt.

Leygarmorgunin bleiv kappast í FM í 50 km býarsúkkling. Veðrið var sera gott, og tað sama kann sigast um luttakaratalið, um mann hugsar um tíðina, tá súkklað bleiv.
Flest allir súkklarar vóru samdir um, at teinurin, ið súkklaður bleiv, var ein sera spennandi teinur. Mál og startur var við Føroya Sparikassa Yviri við Strond. Leiðin gekk síðan niðan gjøgnum miðbýin, eftir Skálatrøð, Sigmundargøta, J. C. Svaboesgøta, Velbastaðvegur, Marknagilsvegur, Ringvegur, og so aftur á Strond-vegin. Teinurin er góðar 10 km og koyrt verður tí fimm ferðir runt um Havnina.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Rólig byrjan
Eftir fyrsta umfar vóru allir súkklararnir framvegis samlaðir, men á súkklu er Velbastaðvegur tungur at vinna niðan á, og tá menn á triðja sinni skuldu niðan eftir Velbastaðvegnum, byrjaðu súkklarar so smátt at troyttast og fella frá.
Á triðja umfari royndi Gunnar at stinga av frá feltinum, men ungu súkklararnir, Torkil Veyhe og Sigmund Olsson, hava ment seg so mikið nógv seinastu árini, at hesir ótroyttuligu súkklarar megnaðu uttan himpr at koyra Gunnar inn aftur.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Áslak koyrdi gott
Áslak Nesá og Andrass Joensen eru fyri kortum byrjaðir at venja súkkling og triathlon. Eisini teir koyrdu sum brandar leygardagin, og tað var um reppið, at Áslak fór við sigrinum leygardagin. Í síðsta umfari megnaði hann at koyra Torkil og Gunnar inn aftur, tá uml. 500 metur vóru eftir at koyra, og tá menn fóru at sprinta um sigurin, smæddist hann avgjørt ikki ímillum. Hann lá eins væl fyri sum hinir báðir, og kreftirnar hevur hann eisini.
Kappingin hevði heilt vist verið enn meira spennandi, um Eli Christiansen eisini luttók. Hetta kundi ikki lata seg gera vegna tað, at Eli fyri tíðina stríðist við ein knæskaða.
Torkil hevði absolut ein góðan dag, og longu nú, á so ungum aldri, er hann komin eftir hvussu tídningarmikið tað er at vera taktiskur eisini, at brúka kreftirnar rætt. Hann koyrdi næstan orðarætt eftir bókini, og hevði hann ikki byrjað endaspurtin so tíðliga, ja so var tað allarhelst hann, ið stóð ovast á sigurspallinum. Taki eisini hattin, ella rættari hjálmin, av fyri Áslak, ið fleiri ferðir megnaði at koyra útbrotið inn aftur. Hann hevur ment seg ótrúliga nógv, síðan hann í januar mánað í ár á fysta sinni luttók í einari súkklukapping, segði Gunnar Dahl-Olsen eftir kappingina.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Grand old man
Taktikkur kom eisini í endaspurtin millum Esmar Joensen og Høgna R. Øster. Hesir báðir vóru djúpt konsentreraðir um, hvør av teimum fyrst skuldi byrja at sprinta um sjeynda plássið. Meðan teir sita og bíða eftir hvør øðrum, fleyg ein triði maður framvið teimum. Tað var eingin annar enn vinnarin av Nólsoyarsvimjingini 2006, 49 ár gamli Evald Rasmussen, ið tók teir báðar á bóli.
 
Vinnararnir í teimum ymsu bólkinum fingu steyp og heiðursmerkir, ið Føroyar Sparikassi hevði latið. Hin stuðulin til kappingina var Føroya Bjór.
Kappingarárið er langt frá liðugt enn. Fleiri kappingar og meistaraheiti eru eftir enn at kappast um, og aftur í ár er møguligt hjá børnum at kappast um føroyska meistaraheitið. Eisini fara uml. átta føroyskir súkklar til Íslands at kappast fyrsta vikuskiftið í september.
Ynskir tú at vita meira um føroyska súkkling ella at tilmelda teg til FM-kappingarnar sum standa fyri framman, kann hetta gerast á heimasíðuni hjá Tórshavnar Súkklufelag, ið er www.tsf.fo
 


 
Úrslit, FM í 50 km Býarkoyring:
 
Elita:
Nr.                       Navn                                    Tíð
1                      Gunnar Dahl-Olsen                      1.22.49
2                      Torkil Veyhe                      Somu tíð
3                      Áslakkur Nesá                      1.22.50
4                      Sigmundur Olsson                      1.24.22
5                      Esmar Joensen                      1.32.15
 
Motión:
Nr.                      Navn                                    Tíð
1                      Andrass Joensen                      1.23.51                                 
2                      Sverri M. Edvinsson                      1.25.55                                 
3                      Evald Rasmussen                      1.32.15                                                       
4                      Høgni R. Øster                      Somu tíð
 
Unglingar:
Nr.                       Navn                                    Tíð
1                      Niels Kristensen                      1.39.13