Gunnar Streymoy leiðari í Svimjihøllini

Gunnar Streymoy verður nýggi leiðarin í Svimjihøllini í Gundadali í Havn. Tað skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Gunnar er 53 ára gamal og hevur drúgvar royndir í leiðslu, m.a. frá starvi í Føroya Sparikassa/Eik í meiri enn 30 ár.

Gunnar sigur við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu, at hetta er ein sera áhugaverd og spennandi avbjóðing, ið er annarleiðis enn tað, hann fyrr hevur fingist við.

- Eg fari at leggja stóran dent á at hava gott samskifti við starvsfólkið og at kunna veita viðskiftafólki eitt gott og hugnaligt umhvørvi í Svimjihøllini.

Ætlanin er eisini at hyggja eftir, hvørjir aðrir nýtslumøguleikar eru í høllini. Til dømis til venjing, spinning og annars at savna alla ta inspirasjón, sum hugsast kann at hóska til virksemið í Svimjihøllini, sigur Gunnar, sum verður triði leiðari í Svimjihøllini. Undan honum hava Ivan Carlsen og Heri Lava Olsen verið leiðarar í Svimjihøllini.

Svimjihøllin í Gundadali læt upp í 1982. Har eru fýra hyljar, sum 450-500 fólk vitja hvønn dagin. Um sumrarnar er longur opið í Svimjihøllini, og tá vitja upp í 800 fólk um dagin.