Gunnar og liðfelagarnir vunnu seg í hálvfinaluna í steypakappingini

Víkingur Reykjavík vann greiðan sigur á Fylkir

Hóast hann hevur verið við landsliðnum til Baltic Cup, so spældi Gunnar Vatnhamar allan dystin, tá Víkingur Reykjavík spældi fjórðingsfinalu í íslendsku steypakappingini.

 

Víkingur vann á heimavølli greiðan 3-1 sigur á Fylkir, og eru Gunnar og liðfelagarnir tí víðari til hálvfinalurnar. Víkingur var á odda 3-0 áðrenn ein tími var leiktur av dystinum. 

 

Víkingur Reykjavík-Fylkir 3-1 (2-0)

1-0 Danijel Dejan Djuric ('31)

2-0 Danijel Dejan Djuric ('35)

3-0 Valdimar Þór Ingimundarson ('58)

3-1 Pálmi Rafn Arinbjörnsson ('88, sjálvmál)

 

Hini trý liðini sum hava vunnið seg í hálvfinalurnar eru Stjarnan, KA Akureyri og Valur. 

 

Komandi týskvøld klokkan 20.15 spælir Víkingur móti Vali á útivølli í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Talan er um toppdyst, tí Víkingur er fremst í deildini við 25 stigum, og Valur er nummar trý við 21 stigum.