Gunnar og liðfelagarnir mistu tvey stig í meistarastríðnum

Breiðablik hevur nú fyrimunin í kapprenningini um íslendska meistaraskapið

Gunnar Vatnhamar fekk sum vant fulla spælitíð, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík tóku móti Stjörnuni á Víkingavøllinum í dysti í ovara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Leingi sá út til, at dysturin fór at enda við javnleiki 0-0, men so legði Stjarnan seg á odda 1-0 í 75. minutti. Viktor Örlygur Andrason javnaði til 1-1 í 84. minutti, og tá fór Víkingur eftir sigrinum, men í 89. minutti legði Stjarnan seg á odda 2-1. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat tryggjaði Óskar Örn Hauksson Víkingi javnleik við einum skoti, ið rakti ein verjuleikara hjá Stjörnuni á vegnum.

 

Men hetta er afturstig fyri Gunnar og liðfelagarnir, ið vóru greiðir favorittar at vinna dystin. Tí nú klokkan 20.15 tekur Breiðablik móti Vali á Kópavogsvøllinum. Eydnast Breiðabliki at vinna dystin vera Patrik Johannesen og liðfelagarnir fremst við 58 stigum, tveimum stigum fleiri enn Víkingur, ið hevur 56 stig.

 

Gunnar fer nú saman við liðfeløgunum á landsliðnum at hugsavna seg um uppgávurnar á heimavølli í Nations League móti Armenia og Lettlandi komandi hóskvøld og komandi sunnukvøld klokkan 19.45.