Gunnar Nielsen til Manchester City

Heimasíðan hjá Manchester City veit at siga, at Gunnar Nielsen hevur skrivað undir sáttmála við Manchester City.

 

Fyrr hevur ungi málverjin leikt í Blackburn, so nú sleppur hann aftur at arbeiða saman við Mark Hughes og Kevin Hitchcock, ið er málmansvenjari.

Hesir vóru báðir venjarar í Blackburn, tá Havnarmaðurin leikti har.

 

Fyri fyrst hevur málverjin fingið ein sáttmála fyri hálvt triðja ár.

 

- Hetta er eitt stórt felag við nógvum ætlanum, og eg veit at teir trúgva uppá meg, sigur Gunnar Nielsen millum annað við heimasíðuna hjá City. Hann dylur heldur ikki fyri, at hann er sera fegin um møguleikan.

 

Boðini komu út á heimasíðuni hjá Manchester City umleið klokkan 15 í dag.